Vit eita Tóra og Camilla, og eru báar mammur at smáum børnum. Vit brenna fyri at arbeiða við børnum og teirra familjum. 

Vit hava báar tikið útbúgving sum instruktørar í pinku- og smábarnasvimjing, og stovnaðu í tí sambandi eisini Familjuheilsu, soleiðis at vit kunna tey tilboð, sum vit sjálvar hava følt vit hava mangla í okkara gerandisdegi sum smábarnaforeldur. 

Vit vilja við Familjuheilsu skapa eitt umhvørvi, har foreldur og avvarandi kunna koma við barninum og hava eina stuttliga mennandi løtu, har samspælið

millum barnið og tann vaksna er í fokus.

Camilla, bachelor í kost og heilsu 

Tóra, sjúkrarøktarfrøðingur